- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mykines: Lendingin útbygd og brúgvin skift
Lendingin í Mykinesi skal útbyggjast, og brúgvin út í Mykineshólm verður skift. Bæði arbeiðini skulu gerast í summar
Landsverk sigur, at arbeiðið á lendingini fer at ávirka siglingina til Mykines. Farið verður undir arbeiðið í hesum mánaðin, og tað fer at taka umleið fimm vikur.
Arbeiðið hevur við sær, at minni pláss verður til ferðafólk, og tað kann taka longur tíð at fáa fólk í oynna og úr oynni.
Brúgvin stongd
Meðan brúgvin út í Mykineshólm verður skift, verður hon stongd fyri ferðafólki ein part av sumrinum.
Arbeiðið er byrjað, og í næstu viku verður brúgvin stongd fyri ferðafólki. Landsverk sigur, at væntandi ber til at brúka nýggju brúnna í september.
Verður brúgvin opin eitt tíðarskeið í summar, verður kunnað um tað, sigur Landsverk.