- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aðalorðaskiftið um Ríkisfelagsskapin
Aðalorðaskiftið um Ríkisfelagsskapin
Mette Frederiksen, forsætismálaráðharri, hevur lagt fram eina støðulýsing um Grønland og Føroyar

18.05.2021 - 09:48
Seinnapartin í dag verður aðalorðaskifti í fólkatinginum um ríkisfelagsskapin.
Mette Frederiksen, forsætismálaráðharri, hevur lagt fram eina støðulýsing um Grønland og Føroyar.
Har verður millum annað upplýst, at Vækstfonden hevur givið tveimum fyritøkum í Føroyum trygd fyri 25 milliónir krónur.
Og EKF Danmarks Eksportkredit hevur givið tveimum føroyskum útflutningsfyritøkum eina fyribils kreditttrygd við tilsamans 24,9 milliónum krónum í statskassatrygd.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV