- Tíðindi, mentan og ítróttur
Forsætisráðharrin vil ikki hava løn

Italski forsætisráðharrin, Mario Draghi, sigur seg ikki vilja hava løn sum forsætisráðharri, meðan hann arbeiðir við at fáa undirtøku fyri breiðu savningarstjórnini í landinum, skrivar Bloomberg.
Draghi sigur seg ikki vilja hava løn, boðaði hann sjálvur frá á heimasíðuni hjá italska tinginum.
Undanmaður hansara, Giuseppe Conti, fekk næstan 1,2 milliónir kr. í løn um árið, men hann boðaði frá, at hann bert góðtók at fáa 80 prosent av forsætisráðharralønini.
Populistiskir politikarar á báðum veingjum í italskum politikki hava funnist at og siga, at lønirnar í almennu stjórnarstørvunum eru alt ov høgar.
Mario Draghi var stjóri í evropeiska miðbankanum, og hann arbeiðir nú við einum nýggjum búskapar- og fíggjarpolitikki í Italia.