- Tíðindi, mentan og ítróttur
Deyðatalið komið upp á 83 fólk

Talið á deyðum eftir luftálopini í Gaza veksur framvegis. Nú eru 83 fólk deyð eftir at ófriður mánadagin kyknaði milum Hamas og Ísrael.
Millum tey 83 fólkini, sum hava latið lív í ófriðinum, eru 17 børn og ung, siga Hamas-stýrdu heilsumyndugleikarnir í Gaza, skrivar Times of Israel, sambært DR.
Sambært Ísrael er tað eydnast herinum at taka lívið av fleiri yvirgangsfólkum hjá Hamas, men tað ljóðar eisini, at sivilfólk eru millum tey deyðu.
Herurin kanska setast inn
Forsætisráðharrin, Benjamin Nethanyahu, segði í gjárkvøldið, at hann hevur ætlanir um at biðja herin um at basa ófriðinum, skrivar BBC á netinum.
Ísraelskar verjudeildir siga í dag, at umleið 1.500 rakettir eru skotnar úr Gaza inn í Ísrael síðani ófriðurin byrjaði mánamorgunin. Tað eru 500 fleiri enn verjan segði í gjár.
Heilsumyndugleikarnir í Gaza siga, at meira enn 400 fólk eisini eru særd í ófriðinum. Ófriðurin er tann ringasti síðani 2014, tá ið tað eisini var stríð millum Ísrael og Gaza.