- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meirvirðisgjald skal leggjast á
Meirvirðisgjald skal leggjast á
Ferðaleiðarar í Føroyum skulu leggja meirvirðisgjald á virksemið, hevur TAKS nú endaliga staðfest
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/sunset_gasadalur_02.jpeg?itok=_UjEwa7P)
12.05.2021 - 06:29
Tað sigur TAKS, nú tað eftir ymiskar tulkingar er staðfest, at ferðaleiðarar skulu leggja meirvirðisgjald omaná prísin fyri sína tænastu.
Í nøkur ár hevur virksemið annars verið tulkað sum mvg-frítt. Komið var tó eftir, at tulkingin var ikki røtt, og avgerð varð tí tikin um, at meirvirðisgjald skuldi leggjast á.
Í sambandi við kæru um málið, hevur Skatta- og avgjaldskærunevndin viðgjørt spurningin og hevur í niðurstøðu tikið undir við avgerðini hjá TAKS.
Meirvirðisgjald skal rindast av virkseminum, sum hevur við ferðavinnuna at gera, hevur TAKS nú endaliga staðfest.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV