- Tíðindi, mentan og ítróttur
Prísir lækka á suðuroyar- og sandoyarleiðini
Í dag lækka summir prísir á suðuroyarleiðini og á sandoyarleiðini hjá Strandfaraskipum landsins.
Prísurin lækkar 250 kr. fyri ymiskan farmaflutning við Smyrli, og akfør longri enn níggju metrar gjalda 175 kr. minni á sandoyarleiðini.
1.apríl hækkaðu hesir prísir annars.
Á suðuroyarleiðini kostaði eitt sleip 250 kr. meira.
Strandfaraskip landsins søgdu, at teimum er álagt í fíggjarlógini at fáa fleiri inntøkur fyri sleipini.
Farmurin, sum fer við Smyrli, verður sleipaður umborð.
Á sandoyarleiðini hækkaði prísurin 175 kr. fyri ferðina aftur og fram, er akfarið níggju metrar ella longri.
Men tað bar ikki til, helt Fíggjarnevndin hjá løgtinginum, sum hækkaði rakstrarjáttanina hjá Strandfaraskipum landsins 1,2 mió. kr., sum príshækkingarnar vóru mettar at geva.