- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skotar byrja aftur at telja

Skotar byrja nú aftur at telja atkvøðurnar frá valinum fyrradagin. Orsaka av korona avmarkingum steðgar uppteljingin um náttina.
SNP, tað er skotski loysingarflokkurin, liggur væl fyri at skipa stjórn í Skotlandi, men dagurin í dag fer at siga, um SNP megnar einsamallir at skipa stjórn. SNP hevur fingið 39 tinglimir, liberaldemokratarnir hava fingið 4, Konservativi flokkurin hevur fingið tríggjar tinglimir og arbeiðaraflokkurin, Labour hevur fingið tveir.
129 tinglimir
Tað eru 129 stólar í skotska tjóðartinginum, og meira enn helvtin krevst, tvs. 65 tinglimir fyri at SNP skal megna at skipa stjórn einsamallir.
Loysingarflokkurin hevur lovað at skipa fyri einari fólkaatkvøðu um loysing, nú skotar ímóti sínum vilja vóru tiknir úr ES. Ein meiriluti í Skotlandi atkvøddi ímóti, at Skotland skuldi fara úr ES.