- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kirkjugarðurin í Leirvík víðkast
Kirkjugarðurin í Leirvík víðkast
Í fyrsta umfari skulu 340 gravir gerast afturat
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2020-10-21-14h28m54s200.png?itok=ROSdvG43)
06.05.2021 - 05:02
Tvær milliónir krónur verða nú settar av til at víðka um kirkjugarðin í Leirvík. Tað bleiv samtykt á seinasta býráðsfundi í Eysturkommunu, skrivar kommunan á heimasíðuni.
Kirkjugarðurin í Leirvík, sum var seinast víðkaður miðskeiðis í 1980unum, hevur nú umleið 30 pláss tøk. Umleið 10-12 gravir verða brúktar um árið. Tí er neyðugt at víðka um kirkjugarðin.
Ætlanin er í fyrstu atløgu at víðka kirkjugarðin við umleið 340 plássum norðan fyri verandi kirkjugarð. Harumframt er møguligt at gera umleið 300 pláss aftrat.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV