- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skiparin á Mykinesi fær 5.000 kr. í bót
Dómur er fallin í málinum um farmaskipið Mykines og glastrevjabátin Mars, sum stoyttu saman í Skopunarfirði 31. august 2017.
Glastrevjabáturin Mars, við tveimum monnum, sakk, og annar maðurin kom ikki afturíaftur. Tann, sum førdi bátin, varð bjargaður.
Rætturin hevur dømt skiparan á Mykinesi at rinda 5.000 krónur í bót. Ákæruvaldið kravdi, at skiparin skuldi fáa 10.000 krónur í bót.
Bótin niður í helvt
Føroya rættur sigur, at so long tíð er fráliðin, at ikki er neyðugt við vanligu revsingini, og tí er bótin farin niður í helvt.
Føroya Rættur sigur, at revsingin til mannin, sum førdi Mars, fellur burtur. Rætturin leggur dent á, at long tíð er fráliðin, upplýsingar um mannin og týdningin av málinum, minni ósketni í tilburðinum, og at ákæruvaldið bara kravdi 1.000 krónur í bót, gera, at revsingin fellur burtur.
Skiparin á Mykinesi og ríkiskassin rinda hvør sína helvt av sakarmálskostnaðinum í tí partinum av málinum, sum viðvíkir Mykinesi.
Ríkiskassin rindar allan sakarmálskostnaðin í málinum um mannin, sum førdi Mars.