DNB fær 400 milliónir í bót

DNB fær 400 milliónir í bót
Lógarbrot eru m.a. framd í sambandi við pengaflytingar millum feløg hjá íslendska Samherja og bankan
DNB hevur tikið atfinningarnar frá Fíggjareftirlitinum til eftirtektar, og hevur bókað bótina í roknskapin fyri 2020
 
04.05.2021 - 10:59

Fíggjareftirlitið í Noregi hevur givið DNB-bankanum 400 milliónir norskar krónur í bót,  tað eru góðar 297 milliónir í okkara peningi, fyri ikki at hava hildið lógina um eftirlit við hvítting av peningi. 

Brotini eru framd millum annað í sambandi við pengaflytingar millum feløg hjá íslendska Samherja og bankan, stendur í frágreiðing, sum Fíggjareftirlitið kunngjørdi í gjár.

Í frágreiðing frá Fíggjareftirlitinum verður sagt, at kanning um virksemi hjá DNB-bankanum í februar í fjør vísti, at nógv viðurskifti vóru ikki í samsvari við lógina um eftirlit við hvítting, skrivar E24.

Vantandi váðameting og førleiki

Fíggjareftirlitið leggur serliga dent á vantandi váðameting og førleikan at síggja ymisk viðskiftafólk í sama samtakið í samanhangi, og vantandi innsavning av upplýsingum. Hetta er grundarlag fyri at halda skyldur og reglur fyri hvítting, men tað var ikki gjørt, stendur í frágreiðingini.

Ein kanning, sum varð gjørd av peningaflutningi hjá fyritøkum í Samherja-samtakinum, avdúkar eisini munandi brot, og tí heldur Fíggjareftirlitið, at góðar 297 milliónir í okkara peningi er hóskandi bót at geva bankanum, skrivar íslendska kringvarpið, RÚV.

DNB-bankin vísir í fráboðan til keypsskálan á, at frágreiðingin hjá fíggjareftirlitinum sigur, at neyðugar upplýsingar manglaðu um seks fyritøkur, í sambandi við kanningar av málinum um Samherja, og at bankin tekur undir við hesum og sigur, at innanhýsiseftirlit vísti á somu veikleikar í eftirlitinum.

Taka atfinningar til eftirtektar

DNB sigur í fráboðanini, at atfinningarnar í frágreiðingini verða tiknar til eftirtektar, og at eftirlitið við hvítting hevur ikki verið nøktandi.

- Vit taka atfinningarnar í størsta álvara. At berja niður fíggjarlig brotsverk og hvítting er ein av týdningarmestu uppgávum okkara, og hevur høga raðfesting í stýrinum og í øllum DNB, sigur Kjertin Braathen, forstjóri fyri DNB.

Fleiri lógarbrot í sambandi Samherja-málið, sum verða umrødd í frágreiðingini, vóru annaðhvørt fyrnað ella framd undir gomlu lógini um hvítting.

Tað merkir, at heimild er ikki at revsa bankan fyri tað. Bert lógarbrot, sum eru framd undir galdandi lóg um hvítting, eru grundalag fyri bótini, skrivar E24.

DNB-bankin fer ikki at kæra avgerðina hjá Fíggjareftirlitinum, og hevur longu bókað bótina í roknskapin fyri 2020.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151