Flokkur vil leingja fosturtøkumarkið til 22 vikur

Flokkur vil leingja fosturtøkumarkið til 22 vikur
Fleiri flokkar í Noregi vilja leingja markið fyri fríari fosturtøku
 
30.04.2021 - 12:18

Í Noregi er fosturtøkulógin aftur komin á politisku dagsskránna. Fleiri flokkar vilja leingja markið fyri fosturtøkum úr 12 upp í 18 til 22 vikur, skrivar Ritzau.

Í dag kunnu kvinnur í Noregi fáa framt fosturtøkur í serligum førum eftir 12 viku um ein fosturtøku-nevnd góðkennir fosturtøkuna.

Og tað er júst fosturtøku-nevndina, sum Sosialistiski Vinstriflokkurin, Arbeiðaraflokkurin, Tey Grønu og Vinstri vilja taka av.

Fellur ikki í góða jørð allastaðni

Sosialistiski Vinstriflokkurin vil, at frí fosturtøka skal vera til 22. viku, ímeðan aðrir flokkar halda markið skal vera 18 vikur.

Uppskotið er ikki fallið í góða jørð allastaðni í Noregi. Felagsskapurin hjá jarðarmøðrunum heldur ikki, at tað er í lagi at leingja um markið fyri fríaru fosturtøku.

Núverandi fosturtøkulóg verjir bæði barnið og rættin hjá mammuni til sjálvsavgerðarrættin á ein skilagóðan hátt, sigur Hanne Charlotte Schjelderup, leiðari í felagsskapinum.

Solberg sinnað at endurskoða lógina

Forsætisráðharrin, Erna Solberg, heldur, at verandi lóggáva er góð, men hon er samstundis eisini sinnað at kjakast um leiklutin hjá fosturtøku-nevndini.

Fosturtøkumarkið í Føroyum er 16 vikur. Er kvinnan undir 18 ár og ikki gift, skal samtykki fáast til vega frá tí ella teimum, sum hevur foreldramyndugleikan.

Er kvinnan gift og livir saman við manninum, skal maðurin hava møguleika at úttala seg, um ikki serligar orsøkir tala ímóti hesum, stendur í føroysku lógini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151