94 mió. kr. í avlopi í fyrsta ársfjórðingi

94 mió. kr. í avlopi í fyrsta ársfjórðingi
BankNordik væntar, at nettoúrslitið í ár verður millum 150 og 200 milliónir krónur
Útlánini hjá BankNordik vuksu 100 milliónir fyrsta ársfjórðing, og innlánini stóðu í stað
 
28.04.2021 - 09:34

BankNordik hevði 94 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í fyrsta ársfjórðingi í ár. Og tað er gott, sigur bankin í tíðindaskrivi. Fyri skatt var úrslitið 118 milliónir krónur. Í fjør var tað úrslitið 30 milliónir krónur í tapi.

Útlitini fyri 2021 eru góð, hóast ein ávís óvissa framvegis valdar, sigur bankin. Bankin væntar, at nettoúrslitið í ár verður millum 150 og 200 milliónir krónur.

Tann 1. februar varð danska virksemið hjá BankNordik selt Spar Nord, og væntandi verða donsku viðskiftafólkini endaliga flutt til Spar Nord í juni.

Útlánini hjá BankNordik vuksu 100 milliónir, og innlánini stóðu í stað. Solvensurin hjá BankNordik, sum var 23,4 prosent í fyrsta ársfjóðingi í fjør, fór upp í 36,2 prosent í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369