- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trý ungfólk latin leys
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2021-03-31-14h04m15s363.png?itok=KzHW_yKI)
Trý ungfólk, sum hava sitið varðhaldsfongslað, skuldsett fyri rán og frælsistøku, vórðu latin leys í gjár, og skulu fyri rættin seinni.
Ungfólkini vórðu fongslað í tvær vikur 12. apríl, og skuldu aftur fyri rættin í gjár, har støða skuldi takast til, um tey skuldu varðhaldsfongslast longur.
Tað varð ikki mett at vera neyðugt, og tí vórðu tey latin leys, upplýsir ákæruvaldið.
Løgreglan er mestsum liðug at kanna málið, og tí var ikki neyðugt at biðja rættin um at varðhaldsfongsla tey longur.
Rán og frælsistøka
Tey trý ungfólkini, sum eru fyrst í 20unum, vórðu skuldsett fyri rán og frælsistøku.
Hvussu ákæruritið fer at síggja út, tá málið verður lagt fyri rættin, er ikki greitt enn, sigur ákæruvaldið.
Ein kvinna aftrat varð skuldsett, men hon var ikki varðhaldsfongslað.
Øll noktaðu seg sek, men onkur segði seg tó vera partvís sekan, upplýsti løgreglan, tá fólkini vóru í grundlógaravhoyring og varðhaldsfongslað.
Visti hvørji fólkini vóru
Tað var klokkan níggju sunnumorgunin 11. apríl, at ein maður boðaði løgregluni frá, at hann við harðskapi varð noyddur at flyta pengar á eina kontu, sum ikki var hansara egna.
Hann visti, hvørji fólkini vóru, sum rændu pengarnar.
Tey vórðu tikin, og í grundlógaravhoyring í Føroya rætti vórðu tey varðhaldsfongslað.
Hendingin var á einum gistingarhúsi í Havn.
Einki rúsevni
Fólkini eru øll ung, í tjúgunum ella yngri enn 20 ár.
Málið hevur ikki samband við rúsevni, helt Heri Andreassen, leiðari á Kanningardeildini hjá løgregluni, tá fólkini vórðu varðhaldsfongslað.
Hann vildi ikki upplýsa, hvussu nógvar pengar, maðurin, sambært skuldsetingini, varð noyddur at flyta.