Vilja hava markið hækkað upp í 25 prosent

Vilja hava markið hækkað upp í 25 prosent
Fiskivinnuráðið hevur viðgjørt spurningin, nú tað aftur skal verða loyvt at selja ein part av veiðuni uttanlands
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur skotið upp, at tað skal verða loyvt at landa 15 prosent av veiðuni uttanlands, men tað er ov lítið, heldur Fiskivinnuráðið
 
26.04.2021 - 14:17

Fiskivinnuráðið tekur undir við, at tað aftur verður loyvt at landa ein part av veiðuni uttanlands. Men 15 prosent er ov lítið. Fiskivinnuráðið heldur, at markið eigur at vera 25 prosent.

Verður markið bara 15 prosent, er vandi fyri, at møguleikin ikki kann nýtast, tí tá skal hvørt skipið hava eina rímiliga stóra kvotu, áðrenn tað loysir seg at landa eina last uttanlands og gagnnýta hendan møguleikan.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, ætlar, at føroysk skip skulu sleppa at landa 15 prosent av veiðuni uttanlands.

Heimildin er í lógini um veiðigjøld

Sjófeingislógin ásetir annars, at øll veiða hjá føroyskum fiskiskipum skal landast í Føroyum. Tað er lógaruppskotið um veiðigjøld, sum er orsøkin til broytingina.

Sambært lógaruppskotinum um veiðigjøld skal veiðigjaldið á uppsjóvarfisk ásetast eftir miðal avreiðingarprísunum árið fyri.

Við at loyva skipunum at landa 15 prosent av veiðuni uttanlands, verður mett, at tað fer at tryggja prísásetingina í Føroyum.

Fiskivinnuráðið mælir í sínum hoyringarsvari til at finna eina javnvág millum ymsu áhugamálini í fiskivinnuni, so aftur verður loyvt at landa í minsta lagi 25 prosent av veiðuni uttanlands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369