Útflutningur av makreli og sild nógv vaksin

Útflutningur av makreli og sild nógv vaksin
Samlaða útflutningsnøgdin av makreli sild og svartkjafti er minst 20 faldað seinastu 15-20 árini.
 
25.04.2021 - 10:57

Hagtøl, sum granskingargrunnurin, Sjókovin, hevur skipað í eini ársfrágreiðing fyri fiskivinnuna, sum ætlanin er at gera árliga, vísa, at útflutningurin av sild, makreli og svartkjafti er vaksin úr 13.000 tonsum í 1993 upp í 243.600 tons.

Útflutingurin av uppsjóvarfiskinum hevur verið støðugt vaksandi, og samanborið við hini fiskasløgini er hesin útflutinginurin vaksin øgiliga nógv.

Útflutningsvirðið vaksið nógv

Nøgdin av hýsu, upsa og toski, sum vit hava útflutt, liggur umleið tað sama sum í 1993: Um tey 40.000 tonsini og hann hevur verið minkandi síðani 2002 eftir nøkur ár, tá vøksturin var lítil.

Nøgdin av laksi og síli er eisini vaksin, men ikki so nógv sum uppsjóvarfiskurin. Hinvegin er útflutningsvirðið í hesari vinnuni vaksið nógv. Í 1993 útfluttu vit minni enn 20.000 tons av laksi og sílum. Í 2020 var nøgdin upp ímóti 60.000 tons.

Útflutningsvirðið hinvegin er fleirfaldað úr 500 milliónum upp í 3,3 milliardir hesi árini. Útflutningsvirðið á uppsjóvarfiskinum er vaksið úr 20 milliónum í 1,7 milliardir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369