Met nógvir smittutilburðir í India

bannari
Met nógvir smittutilburðir í India
Seinastu fýra dagarnar hevur landið skrásett meira enn 300.000 nýggjar COVID-19 smittutilburðir hvønn dag
 
25.04.2021 - 16:42

Met nógvir smittutilburður verða í løtuni staðfestir í India, sigur forsætisráðharrin í landinum sambært Ritzau.

Seinastu fýra dagarnar hevur landið skrásett meira enn 300.000 nýggjar smittutilburðir hvønn dag, og tað er ikki hent nakrastaðni undir farsóttini.

 >> SÍ EISINI Smittutølini í India ovurstór

Í dag eru skrásettir næstan 350.000 nýggir smittutilburðir í India, sum er tað mesta í øllum heiminum í eitt samdøgur, sambært tíðindastovuni, DPA.

Hetta svarar til umleið 25 tilburðir fyri hvørji 100.000 fólk. Til samanberingar eru tað í løtuni níggju smittað í Danmark fyri hvørji 100.000 fólk.

Sjúkrahúsini full

Smittugongdin í India hevur við sær, at myndugleikarnir hava gjørt av, at høvuðsstaðurin, New Delhi, í fyrsta lagi letur uppaftur 3. mai. Boðini um ringu støðuna í New Delhi koma samstundis, sum heilsuverkið er girt í brøkur.

Fjølmiðlar skriva, at pláss ikki er fyri øllum sjúklingum á sjúkrahúsunum, og at familjur og avvarðandi biðja um hjálpa á sosialu miðlunum.

Nú eru umleið 192.300 fólk í India deyð við COVID-19. Tað er bara í USA, Brasil og Meksiko, at fleiri fólk eru deyð við smittuni, sambært tølum hjá Johns Hopkins University, ið fylgir smittugongdini í heiminum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151