- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brasil minkar játtanina til veðurlagsátøk

Longu dagin eftir veðurlagstoppfundin, sum amerikanski forsetin, Joe Biden, skipaði fyri, hevur brasilski forsetin gjørt av at skerja útreiðslurnar til veðurlagsátøk, skrivar Reuters.
Bolsonaro lovaði annars á fundinum, at Brasil fór at økja um játtina til veðurlagsátøk. Nú hevur hann skrivað undir uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár, og talan er um ógvusliuga skerjing av játtanini til veðurlagsátøk.
Í fjør var játtanin 3,5 milliardir krónur, men hon verður bara tríggjar milliardir krónur næsta ár. Boðini frá Bolsonaro á veðurlagstoppfundinum, sum var hósdagin og fríggjadagin, vóru kortini greið, og at talan fór at vera um eina stóra broyting.
Men veðurlagsserfrøðingar mæltu til at bíða eftir avgerðini hjá Bolsonaro, sum nú vísir seg at vera ímóti tí sum hann lovaði fríggjdagin. Í fjør vóru vórðu trøini í 1,7 milliónum hektarum feld í Amazonas, ein vøkstur uppá 25 prosent í mun til árið fyri, skrivar NTB.