- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bara triði hvør heldur hámarksferðina
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/tung_ferdsla.jpg?itok=EZejaK00)
Ein nýggj kanning hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd vísir, at nógv teir flestu bilførarnir í Føroyum koyra ov skjótt, og halda seg ikki til ásettu hámarksferðina.
Bara 37 prosent av teimum spurdu siga seg koyra 80 km/t ella minni á vegastrekkjum, har loyvt er at koyra 80 km/t.
64 prosent av teimum spurdu í kanningini siga, at tey ofta ella altíð koyra ov skjótt, staðfestir kanningin hjá ráðnum.
Annarhvør heldur, tað er í lagi
Tað verður eisini góðtikið millum føroyingar, at fólk koyra skjótari enn ásettu hámarksferðina, kemur fram í kanningini hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd.
Tá fólk verða spurd um hugburðin til ferð, halda 51 prosent, at tað verður góðtikið millum bilførarar í Føroyum at koyra ov skjótt.
52 prosent meta eisini, at ov nógv ferð er størsti skaðaorsøk í ferðsluni. Hetta verður mett hægri enn bæði gáloysni og rúsdrekka, sæst í kanningini.