- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norski Oljugrunnurin veksur skjótt

Norski Oljugrunnurin hevði 382 milliardir krónur í inntøkum í fyrsta fjórðingsári í ár, skrivar NTB. Samstundis hækkaði virðið í grunninum upp í meira enn 11.000 milliardir krónur.
Stjórnin nýtti 83 milliardir krónur úr grunninum í fyrsta fjórðingsári. Virksemið hjá Oljugrunninum byggir mest á at eiga partabrøv í nógvum fyritøkum kring heimin, og tað er 70 prosent av virkseminum hjá grunninum.
Grunnurin eigur partabrøv í 9.000 feløgum kring heimin. Tað kann fara at minka, tí norska stjórnin vil hava virksemið at minka við 25 til 30 prosentum.
Norska fíggjarmálaráðið vil hava grunnin at minka um virksemið í smáum fyritøkum, fyri á tann hátt at minka um umsitingina. Norski Oljugrunnurin hevði sítt higartil besta ár í fjør.