- Tíðindi, mentan og ítróttur
Indonesiski kavbáturin funnin
Indonesiski kavbáturin funnin
Liggur á 850 metra dýpi við Bali, upplýsir indonesiski herurin

24.04.2021 - 12:39
Indonesiski kavbáturin sum hvarv fyrr í vikuni, er funnin á 850 metra dýpi við Bali. Tað upplýstu indonesisku myndugleikarnir á tíðindafundi fyrrapartin, sambært Reuters.
Herovastin boðaði samstundis frá, at freistin fyri at luft er í kavbátinum er farin. 53 fólk vóru við kavbátinum, KRI Nanggala, tá hann hvarv mikumorgunin.
Indonesiski herurin hevur framvegis ætlanir at bjarga teimum, sum framvegis kunnu vera á lívi. Indonesiski herovastin segði eisini, at vrakrestir eru funnar á leiðini. Kavbáturin varð mettur til at klára trýstið á 250 metra dýpi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV