- Tíðindi, mentan og ítróttur
Døpur koronutøl úr India
Døpur koronutøl úr India
Talið av smittaðum og deyðum setir met hvønn dag

24.04.2021 - 18:00
Í India er koronustøðan hættislig, og aftur í dag kunngjørdi landið, at met nógv fólk eru deyð seinasta samdøgrið, tilsamans 2.624 fólk.
Samstundis boðar landið frá, at 340.000 fólk aftrat eru smittað við koronu, og tað er tað mesta higartil. Minst 190.000 fólk eru nú deyð í India, síðani koronusmittan fór at gera um seg.
Talan er um eina nýggja aldu av smittu, og myndugleikarnir hava torført við at handfara støðuna, og at fáa nóg mikið av hjálp til sjúkrahúsini kring landið, skrivar NTB.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV