- Tíðindi, mentan og ítróttur
Australia samstarvar ikki við Kina um Kyrrahavið

Stjórnin í Australia hevur sett landspartinum, Victoria, forboð fyri at fara undir eina stóra ætlan saman við Kina, um at menna undirstøðukervið í Kyrrahavinum.
Nú verður roknað við, at kinesisku myndugleikarnir fara at svara aftur við tiltøkum ímóti Australia, skrivar AFP. Viðurskiftini ímillum Australia og Kina hava leingi verið spent.
Avtalur undirskrivaðar í 2018 og 2019
Londini hava skuldsett hvørtannað fyri at reka njósnaravirksemi í londunum. Funnist hevur verið at Kina, tí landið viðvirkar til, at fleiri fátæk lond í økinum gerast uppaftur fátækari, og fara at skylda nógv, um ætlanin verður sett í verk.
Landsparturin Victoria í Australia hevur sagt seg taka undir við ætlanini, og tað er komið væl við hjá Kina. Avtalur um at menna undirstøðukervið vórðu undirskrivaðar í 2018 og í 2019, men nú hevur stjórnin gjørt av at nokta landspartinum at samstarva við Kina.
Grundgevingin hjá australsku stjórnini er, at ætlanin ikki er í tráð við uttanríkispolitikkin hjá landinum. Kinesiska sendistovan í Australia sigur avgerðina vera órímiliga, og at Kina ikki kann góðtaka, at avtalan verður brotin, skrivar AFP.