- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meirvirðisgjaldið skal vera við í sølulýsingini
Meirvirðisgjaldið skal vera við í sølulýsingini
Brúkaraumboðið vísir á marknaðarføringarlógina, tá eitt nú elbilar verða seldir
23.04.2021 - 08:31
Hóast meirvirðisgjald fæst aftur fyri elbilar, vetnisbilar og hybridbilar, skal meirvirðisgjaldið vera við í sølulýsingum um hesar bilar.
Tað hava tey, sum selja bilar, fingið at vita frá Brúkaraumboðnum.
Marknaðarføringarlógin sigur, at meirvirðisgjald skal upplýsast, tá selt verður.
Bilsølurnar hava fingið at vita, at møguligt er eisini í lýsingum at vísa prísin, tá meirvirðisgjaldið er endurgoldið, ella at upplýsa um møguleikan at fáa meirvirðisgjald aftur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV