- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oljuprísurin lækkar triðja dagin á rað

Oljuprísurin lækkar í morgun, triðja dagin á rað, eftir at amerikansku oljugoymslurnar eru størri enn mett, og at koronufarsóttin ger meir um seg í India og í Japan, skrivar Reuters.
Ein tunna av olju úr Norðsjónum verður í morgun seld fyri 65 dollarar, ein dollara minni enn í gjár, og olja úr USA verður seld fyri 61 dollarar, sum er meir enn ein dollara minni enn í gjár.
- Oljuprísurin er komin undir trýst, tí óvist er, hvørja ávirkan koronusmittan í India og í Japan fer at hava á oljunýtsluna, sigur japanski greinarin, Toshitaka Tazawa.
India og Japan eru lond, sum nýta ávikavist trið- og fjórðmest av olju í heiminum.
Samstundis vísir ein uppgerð, at amerikansku oljugoymslurnar eru størri enn mett, og tað leggur eisini trýst á oljuprísin, sigur greinarin.