- Tíðindi, mentan og ítróttur
Næstan 1.500 fólk tikin í mótmælum

Tað er óvist, hvussu nógv fólk hava mótmælt, men talan er um nógv fólk, skrivar Ritzau. Sambært AP, eru næstan 1.500 tikin. SvT skrivar, at nógv færri mótmæltu í Moskva, enn roknað varð við.
Orsøkin kann vera, at fólk eru hótt við langari fongsuslrevsing, um tey mótmæla, og nógv løgreglufólk eru í gøtunum. Fólk eru hótt við fongsulsrevsing upp í átta ár, um tey mótmæla.
Vladimir Putin, forseti, hevur hildið røðu, og hann hótti beinleiðis vesturheimin, og segði tað fáa fylgjur, um lond stíga á reyði linjuna hjá Ruslandi. Tað er eisini ein hóttan, sum fólk hava tikið til efytirtektar, skrivar Ritzau.
>> SÍ EISINI Læknar stúra um heilsuna hjá Navalny
Vladimir Putin segði, at Moskva fer at gera tað, sum er neyðugt, og tað hendir skjótt, um landið verður hótt. Navalny situr í einum fongsli eystan fyri Moskva. Hann hevur svøltað seg seinastu tíðina, og tí er hann fluttur á sjúkrahús.
Serfrøðingar hjá Sameindum Tjóðum siga seg stúra fyri, at heilsan hjá Navalny er í vanda, og tey vilja hava hann úr Ruslandi, so hann kann fáa viðgerð í onkrum øðrum landi.
Í august í fjør var Navalny eitraður, og tá varð hann fluttur á eitt sjúkrahús í Týsklandi, har hann fekk viðgerð, og kom fyri seg aftur. Fólk frá russisku fregnartænastuni eru undir illgruna fyri at eitra Navalny, skrivar Ritzau.