- Tíðindi, mentan og ítróttur
20 sendifólk útvíst úr Russlandi
20 sendifólk útvíst úr Russlandi
Sendifólkini, sum eru úr Tjekkia, skulu úr landinum í stundini

19.04.2021 - 07:28
Russland hevur víst 20 sendifólkum úr Tjekkia úr landinum. Innan 24 tímar skulu teir vera farnir úr landinum. Tað boðar russiska uttanríkisráðið frá, skrivar Reuters. Tað hendir eftir at Tjekkia í gjár útvísti 18 russarum.
Illgruni er um, at teir hava verið loyniligir njósnarar fyri russisku fregnartænastuna, og fyri at hava lagt til rættis eina spreinging á eini hernaðargoymslu í oktober 2014.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV