- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pfizer-koppseting: Tvey verða kanska til trý prik
Pfizer-koppseting: Tvey verða kanska til trý prik
Útlit eru til, at fólk, sum verða koppsett fyri koronu við heiliváginum hjá Pfizer, skulu koppsetast tríggjar ferðir

16.04.2021 - 07:25
Seinasta koppsetingin skal vera í seinasta lagi 12 mánaðir eftir næsta prikið. Tað segði stjórin í fyritøkuni, Albert Bourla, við amerikanska miðilin, CNBC.
Tíðindini eru kortini ikki kunngjørd tíðindini fyrr enn nú, skrivar DR. Haraftrat kann gerast neyðugt, at fólk verða koppsett hvørt ár, legði stjórin aftrat.
– Tað hevur alstóran týdning at fólk, sum kunnu gerast sjúk av koronu, verða koppsett, sigur Albert Bourla.
Pfizer hevur higartil tryggjað, at koppingarevnið verjir fólk í seks mánaðir eftir at tey eru koppsett aðru ferð, men ógreitt er, hvat hendir eftir tað.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV