- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hjáárin frá koppseting viðurkent sum arbeiðsskaði
Hjáárin frá koppseting viðurkent sum arbeiðsskaði
Higartil eru fýra skaðar staðfestir í Danmark. 54 mál verða viðgjørd í løtuni

16.04.2021 - 08:07
Hjáárin av koppingarevni fyri koronu, er at meta sum arbeiðsskaði, um tað hendir í arbeiðstíðini. Tað skrivar danski miðilin, A4 Arbejdsmiljø. Higartil eru fýra slíkir skaðar staðfestir í Danmark.
Verður staðfest, at hjáárinini stava frá koppingarevni fyri koronu, so kunnu fólk fáa veiting fyri varandi mein og fyri mist arbeiðsevni, skrivar miðilin.
Higartil eru 54 slík mál til viðgerðar í Danmark. Flestu málini eru um heilsufrøðingar og onnur, sum starvast á sjúkrahúsum, men mál eru eisini um fólk á dagstovnum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV