- Tíðindi, mentan og ítróttur
Betri Pensjón 8,5 mió. kr. í avlopi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/d08c8ae4a1f84dbef13aaf1bc3d80d7b.png?itok=_7G0VqfR)
Betri Pensjón hevði 8,5 miliónir krónur í avlopi eftir skatt í fjør. Betri Pensjón ætlar nú bara at gera íløgur í feløg, sum taka burðardygd í álvara.
Longu nú er meira enn helvtin av íløgunum, okkurt um 60 prosent, sett í feløg, sum hava burðardygd sum eyðkenni.
Men málið er, at allar íløgurnar um trý til fimm ár skulu stiðja undir grønu kósina, sigur Helgi L. Petersen, stjóri í Betri Pensjón.
Góð útlit
Hann fegnast um, at útlitini fyri 2021 eru góð.
– Fyrsti ársfjórðingur í 2021 hevur gingið sera væl, og partabrøvini hava givið góð níggju prosent í avkasti.
Eginognin hjá Betri Pensjón er 83,8 milliónir krónur. Tryggingarinntøkurnar í fjør vóru slakar 170 milliónir krónur.