- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flestu børnini fødd uttan fyri hjúnalag
Lutfalsliga nógv børn í Føroyum vórðu fødd uttan fyri hjúnalag í 2019.
Tað sæst í nýggjastu heilsulýsingini fyri Føroyar hjá landslæknanum, sum júst er komin út.
Í 2019 vórðu 678 børn fødd í Føroyum, og nógv meira enn helvtin av børnunum vóru tá fødd uttan fyri hjúnalag.
60,2 prosent av børnunum vórðu í 2019 fødd uttan fyri hjúnalag. Hjá 39,1 prosenti av teimum føddu børnunum vóru foreldrini gift. Restin, 0,7 prosent, er ikki upplýst.
Javnari býti fyrr
Fyri 15 árum síðani - í 2005, 2006 og 2007 - var býtið javnt, og tá var helvtin av øllum børnum í Føroyum fødd uttan fyri hjúnalag. Hin helvtin vóru børn hjá giftum foreldrum.
Men seinnu árini eru alsamt fleiri børn fødd uttan fyri hjúnalag, sambært nýggjastu heilsulýsingini hjá landslæknanum, sum kemur út einaferð um árið.
Av teimum 678 børnunum, sum vórðu fødd í Føroyum í 2019, búðu 92,1 prosent av foreldrunum saman, og 7,5 prosent búðu ikki saman. 0,4 prosent svaraðu ikki.