- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skip í Suez: Egyptar vilja hava endurgjald

Myndugleikarnir í Egyptalandi fara at stevna japanska reiðarínum, sum eigur farmaskipið Ever Given, sum lá í Suez-veitini, eftir endurgjaldi.
Hvussu stórt endurgjaldið verður, er ikki upplýst, men talan kann verða um 6,5 milliardir kr., meta eygleiðarar.
Skipið, Ever Given, lá fast í Suez-veitini í meira enn eina viku, og tí vil Egyptaland hava endurgjald fyri bæði arbeiðið at fáa skipið leyst aftur og fyri mistar inntøkur, ta tíðina skipið stongdi veitina.
Samstundis hevur Egyptaland gjørt av at leggja hald á skipið.
Vilja ikki tosa um endurgjald
Myndugleikarnir í Egyptalandi siga, at japanska felagið ikki vil tosa um endurgjald. Men ein talsmaður fyri japanska felagið sigur, at felagið vónar at finna eina loysn á málinum, so sleppast kann undan rættarmáli.
Mett verður, at tað verður torført hjá Egyptalandi at fara undir eitt sakarmál, tí eigaraviðurskiftini eru ógreið.
Eitt japanskt felag eigur Ever Given, men ein skipasmiðja á Taivan rekur skipið, sum er skrásett í Panama. Og so kann vera torført at fáa greiðu á, hvat var orsøkin til, at skipið setti seg fast í Suez-veitini, um talan var um vind ella streym, ella um manningin hevði ábyrgdina.
Egyptisku myndugleikarnir upplýsa, at 447 skip máttu bíða eftir at sleppa ígjøgnum Suez-veitina, meðan skipið lá har, samstundis sum nógv onnur skip gjørdu av at sigla suður um Afrika, tí ógreitt var, nær skipið fekst leyst, skrivar Jyllandsposturin.