Magn: Jón Ásgeir fyri Jens Meinhard

Magn: Jón Ásgeir fyri Jens Meinhard
Jón Ásgeir Jóhannesson er nýggjur nevndarformaður í Magn
Jón Ásgeir Jóhannesson er nýggjur nevndarformaður í Magn
 
14.04.2021 - 16:16

Jens Meinhard Rasmussen er farin úr nevndini í Magn, nú hann hevur tikið við sum fyribilsstjóri í Smyril Line.

Tað sigur forstjórin í Magn, Finn Jakobsen, í tíðindaskrivi seinnapartin. 

Í nevndina er komin Jón Ásgeir Jóhannesson, og nevndin hevur skipað seg við honum sum formanni.

Jón Ásgeir Jóhannesson var nógv frammi fyri, undir og eftir skrædlið í íslendska búskapinum í 2008.

Hann varð dømdur í íslendska hægstarætti fyri skattasvik, men sjálvur helt hann tá, at dómurin var ein sigur fyri seg, og at einki álvarsligt lógarbrot varð prógvað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Andarblak - Hann ger gimsteinar úr dusti
187441
Hósdag 6. februar
Góðan morgun Føroyar
187420
Hósdag 6. februar
Breddin: Tollkríggj
187418
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155