- Tíðindi, mentan og ítróttur
Listafólk fáa eisini hjálparpakka

Eitt uppskot um lóg, sum skal hjálpa listafólkum, sum korona rakar, kom í løgtingið í gjár.
Ætlanin er at gera eina stuðulsskipan lík teirri skipan, sum var í fjør.
Men nú kunnu listafólk, sum hava virksemið skipað í ein løgfrøðiligan persón, so sum smápartafelag, eisini søkja.
Í mesta lagi 75 prosent
Uppskotið umfatar fíggjarligt tap í tíðarskeiðnum 1.september í fjør til 30.apríl í ár..
Stuðulin kann í mesta lagi vera 75 prosent av staðfestum og skjalprógvaðum tapi. Tapið skal í minsta lagi vera 10.000 kr. Ætlanin er at biðja løgtingið játta 3,5 mió. kr. til endamálið.
Ikki verður sagt, hvussu leingi lógin skal vera í gildi, men landsstýrismaðurin í mentamálum kann seta hana úr gildi við kunngerð.