- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í lagi at hækka farmagjaldið á Sandoyarleiðini

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, heldur tað vera í lagi, at Strandfaraskip landsins hava hækkað prísin fyri long akfør á Sandoyarleiðini, nú Skopunar kommuna krevur 336.000 kr. afturat í havnargjaldi, tí Hasfjord er komin.
Landsstýrismaðurin hevur svarað einum spurningi frá Pálli á Reynatúgvu, løgtingsmanni.
Jørgen Niclasen sigur, at landið eigur, rekur og fíggjar ferjuleguna í Skopun.
Havnin er annars kommunal, men landið hevur í nógv ár fíggjað meginpartin av øllum umbyggingum og útbyggingum í Skopunar havn.
Landið hevur harafturat javnan ruddað grót í innsiglingini.
2,5 mió. krónur eru til lønir, so Hasfjord framhaldandi kann sigla 45,5 tímar um vikuna.
Annar rakstur verður fíggjaður við farmagjaldi, svarar Jørgen Niclasen.