Eimskip skal rinda skatt av avlopi í dótturfeløgum

Eimskip skal rinda skatt av avlopi í dótturfeløgum
Íslendska felagið góðtekur ikki dómin í býarrættinum í Reykjavík, og hevur skotið málið inn fyri hægri rætt
Býarrætturin í Reykjavík sigur, at var greitt, at vinningurin hjá dótturfeløgum hjá Eimskipum í Karibia varð ikki skattaður í Føroyum
 
14.04.2021 - 10:17

Íslendska flutningsfelagið, Eimskip, skal rinda skatt av avlopinum hjá dótturfeløgum sínum í Antigua og Barbuda í Karibia og í Føroyum. Tað hevur býarrætturin í Reykjavík staðfest.

Eimskip stevndi íslendska skattavaldinum við kravi um, at teir skulu ikki rinda skatt av inntøkum hjá feløgum í øðrum londum. 

Dómarin í býarrættinum í Reykjavík hevur víst hesum aftur og hevur staðfest avgerðina hjá Skattavaldinum og yvirskattanevndini um skattskylduna hjá Eimskipum av vinninginum.

Dómarin segði, at um tulkingin hjá Eimskipum hevði verið góðtikin, so hevði tað verið góðtikið at misbrúka reglur fyri at fáa skattafyrimun.

Dómarin segði, at hvørki útgerð, starvsfólk ella ognir vóru í  Antigua og Barbuda.

Í dóminum stendur, at hóast Eimskip hevur stovnað felag í Føroyum og í lágskattalondum, endurspeglar tað ikki fíggjarliga veruleikan ella virksemi hjá felagnum, hvørs endamál er at fáa skattafyrimunir, sum eru í stríð við málið og endamálið við lógini um inntøkuskatt.

Leiðslan í Eimskip er ósamd við dómaran, og hevur skotið dómin inn fyri landsrættin, skrivar íslendska kringvarpið.

Stríð um útrokningar

Stríðið millum íslendska skattavaldið og Eimskip snúði seg um, hvussu skattur verður roknaður, og inntøka verður skattað hjá feløgum í Antigua og Barbuda. 

Feløgini leigaðu skip við ongari manning til móðurfelagið í Føroyum, og allar inntøkur hjá felagum komu haðani. 

Eitt dótturfelag stýrdi hvørjum av hesum ómannaðu skipunum, 10 feløg í 2014 og 11 í 2015. 

Móðurfelagið í Føroyum, sum leigaði skipini frá dótturfeløgunum í Antigua og Barbuda, er eitt dótturfelag hjá dótturfelagnum hjá Eimskipum.

Inntøkurnar hjá dótturfeløgunum í Antigua og Barbuda vórðu ikki upplýstar í skattauppgerðini hjá Eimskipum í 2014 og 2015. 

Niðurstøðan hjá býarrættinum í Reykjavík er, at felagið hevði 4,7 milliónir danskar krónur í skattskyldugari inntøku og ikki 7,7 mió kr. í tapi í 2014. 13,9 mió kr. í fluttum tapi árið eftir detta burtur. 

Eisini skal Eimskip rinda 1,2 mió kr. aftrat í skatti.  Allar upphæddir eru í donskum krónum.

Varð ikki skattaður í Føroyum

Leiðslan í Eimskipum segði eisini, at dótturfeløgini í Íslandi skuldu ikki rinda skatt, tí føroysku dótturfeløgini rindaðu skatt eftir reglum í Føroyum.

Hesum vísti dómarin aftur og segði, at tað var greitt, at vinningurin hjá dótturfeløgum í Karibia varð ikki skattaður í Føroyum. 

Niðurstøðan er, at feløgini vóru skrásett at hava heimstað í lágskattalondum og í Føroyum, og har rindaðu tey ongan skatt av vinningunum, stendur í dóminum.

Feløgini eru óbeinleiðis ogn hjá Eimskipum, og felagið átti at havt upplýst inntøkurnar í skattauppgerðini, skrivar íslendska kringvarpið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155