- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danir gevast at koppseta við AstraZeneca

Danmark gevst at brúka koppingarevni hjá heilivágsfyritøkuni, AstraZeneca.
Hesum boðaðu donsku heilsumyndugleikarnir frá á tíðindafundi, sum var liðugur fyri lítlari løtu síðani.
Avgerðin hjá donsku heilsumyndugleikunum kemur í kjalarvørrinum av, at samband er funnið millum koppingarevnið hjá AstraZeneca og álvarsligar fylgisjúkur, hóast hetta er sjáldsamt.
Tað segði Søren Brostrøm, stjóri í Heilsustýrinum, á tíðindafundinum fyri løtu síðani.
Tvær orsøkir
Tað eru tvær orsøkir til, at Danmark nú gevst at brúka koppingarevnið, siga donsku heilsumyndugleikarnir.
Onnur er, at samband er funnið millum koppingarevnið hjá AstraZeneca og álvarsligar fylgisjúkur sum blóðtøppar, hóast tað er sjáldsamt.
Sambært stjóranum í Heilsustýrinum er tað "bara" ein av hvørjum 40.000 koppsettum, sum fáa álvarsligar fylgisjúkur.
Hin orsøkin er, at donsku heilsumyndugleikarnir vilja ikki taka nøkur óráð fyri, nú tamarhald er á smittugongdini í landinum.
Nýggjur koppsetingarkalendari
Donsku heilsumyndugleikarnir hava nú eisini kunngjørt ein nýggjan koppsetingarkalendara. Øll fólk í landinum, sum eru 50 ár og eldri, verða ætlandi liðugt koppsett síðstu vikuna í juni. Hetta eru tríggjar vikur seinni enn ætlanin var.
Danmark er fyrsta landið í heiminum, sum heilt gevst at brúka hetta slagið av koppingarevni, eftir at fleiri lond herfyri fyribils góvust at brúka tað.