- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útseta koppseting við Johnson&Johnson í Evropa

Heilivágsfyritøkan Johnson&Johnson útsetir nú koppsetingina í Evropa. Tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi seinnapartin.
Fyrr í dag frættist, eftir at amerikansku heilsumyndugleikarnir hava avgjørt at steðga á við koppingarevninum frá Johnson&Johnson eftir seks fráboðanir um blóðtøppar millum fólk, sum vóru koppsett.
- Vit eru vorðin varug við sjáldsamar tilburðir av blóðtøppi hjá fólkum, sum hava lágt tal av blóðplátum, sum hava fingið koppsetingina, sigur Johnson&Johnson í tíðindaskrivinum.
Hetta er sama gongd, sum vísti seg við koppingarevninum frá Astra Zeneca, skrivar danska TV2.
Enn er óvist, hvussu leingi Johnson& Johnson útseta ætlanina at senda koppingarevnið á evropeiska marknaðin.
Eftir ætlan skuldi Danmark fáa teir fyrstu góðu 30.000 skamtarnar av Johnson&Johnson í morgin.