- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norwegian verður bjargað

Ein dómari í Oslo hevur góðkent bjargingarætlanina fyri flogfelagið, Norwegian, sum arbeitt verður við.
Fyri nøkrum vikum síðani varð ætlanin eisini góðkend í Írlandi, har felagið hevur meginpartin av sínum fíggjarliga virksemi.
Tí verður mett, at bjargingarætlanin helst fer at hava við sær, at flogfelagið kann halda fram.
Men neyðugt er við 3,3 milliardum krónum í okkara peningi aftrat, umframt at norska stjórnin sigur seg verða sinnaða at lata felagnum 1,5 milliardir kr. í kreppuláni.
Haraftrat mugu privatfólk seta væl av peningi í felagið, skrivar Ritzau.
Framstig fyri floghavnir og ferðafólk
At Norwegian helst fer at halda fram, verður mett sum eitt framstig fyri bæði floghavnir í norðurlondum og fyri ferðafólk, sum framvegis fara at fáa bíligar ferðaseðlar av kappingini.
Stjórin í felagnum, Jacob Schram, sigur seg fegnast um gongdina higartil, og hann sigur seg vænta, at felagið fer at fáa nóg mikið av peningi í mai.
Hóast Norwegian eftir øllum at døma fer at halda fram, so verður tað minni í vavi, tí felagið fer ikki at flúgva langar teinar, ikki í fyrstu syftu í øllum førum, skrivar Ritzau.