- Tíðindi, mentan og ítróttur
Japan leiðir geislavirkið vatn í havið

Japanska stjórnin hevur gjørt av at lata eina millión litrar av dálkaðum vatni frá kjarnorkuverkinum, Fukushima, út í havið. Tað upplýsir japanski forsætisráðharrin, Yoshihide Suga, í dag.
Avgerðin fellur ikki í góða jørð hjá grannalondunum, Kina og Suðurkorea.
Ætlanin um at leiða dálkaða vatnið út í havið byrjar um tvey ár, sigur forsætisráðharrin.
Ætlanin verður sett í verk, nú meira enn 10 ár eru liðin, síðani verkið við Fukushima varð stongt.
Øll árini hevur fiskivinnan í Fukushima stríðst ímóti ætlanini, tí vandi er fyri dálking. Men tað slepst ikki undan at leiða vatnið út í havið, sigur forsætisráðharrin, sambært AFP.
Kina: Burturvið
Kina sigur tað vera burturvið at leiða so nógv av geislavirknum vatni út í Kyrrahavið, tí tað kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri bæði fólk og fæ.
Longu í september í 2019, skrivar bretska blaðið, The Guardian, at felagið, sum ruddar kjarnorkuverkið við Fukushima, sá ikki nakra aðra loysn, enn at lata geislavirkna vatnið renna út í havið.
Síðani tá hava umhvørvisfelagskapir funnist hvassliga at ætlanini.
Fyri 10 árum síðani, 11. mars í 2011, varð ein harður jarðskjálvti tætt við kjarnorkuverkið, og ein flóðalda breyt inn yvir verkið og økið við verkið.
Hendingin verður mett sum tann álvarsligasta á einum kjarnorkuverki, síðani vanlukkuna í Tjernobyl í Ukraina í 1986.
Umleið 20.000 fólk lótu lív í japanska jarðskjálvtanum og flóðalduni, sum breyt inn yvir økið, skrivar Ritzau.