Fleiri avgerðir í barnaverndarmálum úr gildi aftur

Fleiri avgerðir í barnaverndarmálum úr gildi aftur
Í 15 førum síðani 2015 eru avgerðir hjá barnaverndunum, um at taka børn frá foreldrunum, settar úr gildi aftur
 
13.04.2021 - 07:48

Barnaverndarnevndin skal javnan eftirmeta avgerðina um umsorganaryvirtøku. Hendan eftirmeting skal leggjast fyri høvuðsbarnaverndarnevndina.

Hon metir síðani, um umstøðurnar eru broyttar, so barnið aftur kann fáa nøktandi umsorgan í heiminum.

920 virkin barnaverndarmál

Eru umstøðurnar broyttar rætta vegin, skal høvuðsbarnaverndarnevndin seta avgerðina um umsorganaryvirtøku úr gildi. Tað er hent 15 ferðir síðani 2015.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, hevur svarað spurningi frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, um barnavernd.

Eyðgunn Samuelsen sigur, at sambært nýggjastu almennu tølini, sum eru frá 2019, vóru 920 barnaverndarmál virkin. Landsstýriskvinnan sigur, at arbeiðið at gera regluligar eftirlitsvitjanir á barnaverndarøkinum er byrjað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155