- Tíðindi, mentan og ítróttur
WHO ávarar: Koppingarevnið ójavnt býtt
WHO ávarar: Koppingarevnið ójavnt býtt
Heimsheilsustovnurin finst at, hvussu ójavnt koppingarevnið fyri koronu er býtt millum rík og fátæk lond

12.04.2021 - 12:01
– Ójavnin millum londini er skelkandi. Meira enn 700 milliónir skamtar eru útlutaðir í øllum heiminum, sigur Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalskrivari hjá WHO.
Meira enn 87 prosent av koppingarevninum eru farið til rík ella miðalrík lond, meðan fátæk lond hava fingið 0,2 prosent.
– Í miðal er næstan fjórði hvør í ríku londunum koppsettur, í fátæku londunum er tað ein av meira enn 500 íbúgvunum, segði aðalskrivarin hjá Heimsheilsustovninum í talu um vikuskiftið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV