- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tilfeingisgjøld fyri tingið í morgin

Lógin um tilfeingisgjøld verður løgd fyri løgtingið í morgin. Uppskotið varð latið løgtinginum í farnu viku, og verður lagt fram í morgin, upplýsir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Talan verður um upprunauppskotið sum landsstýrið gjørdi, og sum samgongan er samd um at seta í verk, sigur landsstýrismaðurin. Hann hevur ikki enn fingið neyðugu 17 undirskriftirnar, ið skulu til fyri at leggja uppskotið fram, men tað væntar hann at fáa í morgin, tá tingið kemur saman.
Tað eru bara skipini í uppsjóvarvinnuni og trolararnir í barentshavinum, sum skulu rinda tilfeingisgjald. Hildið verður ikki, at hin parturin av fiskiflotanum er førur fyri at rinda nakað gjald.
Eydnaðist ikki at fáa breiða semju
Tað er rúm tíð síðani ein arbeiðsbólkur gjørdi eitt uppskot um tilfeingisgjald. Arbeitt hevur verið við at finna eina breiða semju um uppskotið, men tað eydnaðist ikki.
Tí gjørdi samgongan av at leggja upprunauppskotið fyri tingið. Fíggjarnevndin skal viðgera uppskotið, og nevndin fær alt tilfarið sum er gjørt í sambandi við uppskotið, upplýsir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.
Í morgin verður eisini uppskot um hjálparpakka til fyritøkur sum eru raktar av koronafarsóttini lagt fyri tingið. Tingfundurin í morgin byrjar klokkan 13:30.