Koppsetingargøla í Italia

bannari
Koppsetingargøla í Italia
Fólk í landinum eru í øðini, eftir at umfatandi svik og ógreiðar mannagongdir eru komnar undan kavi. 
 
12.04.2021 - 16:16

Illgruni er um, at italska mafian stendur fyri skipaðum trýsti á bíðirøðirnar til koppseting í landinum, sum er meint rakt av koronufarsóttini, skrivar SVT.

2,3 milliónir fólk, sum hvørki eru gomul ella heilsurøktarstarvsfólk eru koppsett fyri koronu í Italia. Síðst í mars vóru fleiri fólk í 20-árunum enn í 70-árunum koppsett.

Hóttanir settar fram

Lærarar, fangavørðar, løgreglufólk, sløkkiliðsfólk og sálarfrøðingar eru millum teirra, sum hava fingið fyrsta prikið áðrenn eldri fólkini, og tað hevur elvt til vreiði.

Øki, har mafian hevur stóra ávirkan, hava sera stóran trupulleikar av, at fólk koma fram um í koppsetingarrøðini.

Hetta ber til orsakað av vald og veldi ella við beinleiðis hóttanum. Í telefonavlurting skal eitt heilsustarvfólk í økinum hava sagt við ein, sum hevur samband við mafiuna, at tey kunnu koppseta kettuna hjá honum, um hann vil tað, skrivar SVT.

Deyðatølini stór í løtuni

Deyðatølini í Italia er stór, tí nógv eldri fólk í landinum eru ikki koppsett enn. Hvønn dag doyggja millum 300 og 500 fólk av koronu.

Spurningurin er nú, um tey, sum hava sníkt seg framum í bíðirøðini til koppsetingar í Italia, eisini hava rætt til seinna prikið.

Fleiri politikarar í Italia vilja síggja nøvnini á teimum, sum eru koppsett. Men stúrt verður fyri, at fólk verða so uppøst og fara at gera seg inn á fólk, sum eru koppsett.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151