Frakland steðgar stuttum flogferðum

Frakland steðgar stuttum flogferðum
Franska tjóðartingið hevur samtykt at seta bann fyri stuttum flogferðum innanlands
 
12.04.2021 - 14:16

Hetta verður gjørt fyri at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum. Allar flogferðir, sum taka minni enn 2,5 tímar í toki, skulu steðga.

Tað var leygarkvøldið at tjóðartingið samtykti fyrsta partin av veðurlagspakkanum, sum Macron, forseti, ætlar at seta í verk. Forsetin hevur sett sær fyri, at minka um útlátið í mun til 1990 við 40 prosentum í 2030.

Flogferðavinnan heldur ikki at tað er rætt at seta slík átøk í verk, tí franska flogvinnan er illa fyri eftir at koronukreppan byrjaði. Franski ídnaðarráðharrin hevur víst atfinningunum aftur.

Flogfeløgini 40 milliardir í stuðuli

Franska stjórnin hevur boðað frá, at hon fer at lata flogfeløgunum 40 milliardir krónur í stuðuli, so tey kunnu hóra undan, teirra millum er Air France, sum landið samstundis fer at eiga munandi størri part av.

Greiningarfyritøkan, McKinsey, hevur gjørt eina greining av flogferðsluni. Felagið sigur seg ikki rokna við, at flúgvingin kring heimin kemur upp á sama støði fyrr enn í 2024, sum flúgvingin var undan koronu, skrivar Dagens Næringsliv.

Umhvørvisfólk halda ikki, at uppskotið frá fronsku stjórnini er nóg víðfevnt. Tey mæla til at steðga øllum flogferðum, sum taka upp í fýra tímar við toki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151