- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meira enn 80 mótmælisfólk dripin í Myanmar
Meira enn 80 mótmælisfólk dripin í Myanmar
Trygdarherdeildir í Myanmar drópu hósdagin og fríggjadagin 82 fólk, ið mótmæltu, at herurin hevur tikið valdið í landinum

Ófriður í Yangon, Myanmar
Mynd: Kelda: Savn
11.04.2021 - 11:18
Tað sigur felagsskapurin fyri politiskar fangar, AAPP, skriva Reuters og Ritzau. Hermenn brúktu tung vápn, tá teir royndi at berja niður mótmælisfólkini í Myanmar.
Onnur mótmæli hava um vikuskiftið verið í fleiri øðrum býum í landinum, sum fyrr æt Burma. Síðani 1. februar eru meira enn 600 sivilfólk í Myanmar dripin.
Harumframt frættist úr landinum, at nógv mótmælisfólk eru pínd, og fleiri onnur hava fingið langar fongsulsdómar.
Fríggjadagin kunngjørdi herurin, at 19 fólk í landinum eru dømd til deyða. Hildið verður, at øll tey 19 fólkini eru mótmælisfólk.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV