- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løkke stovnar flokk

Lars Løkke Rasmussen, fyrrverandi formaður í Vinstra-flokkinum og fyrrverandi forsætisráðharri í Danmark, fer at stovna ein nýggjan politiskan flokk.
Tað skrivar hann í klummu á bt.dk. Løkke fór á nýggjárinum úr Vinstra-flokkinum, men hann hevur áður ikki viljað váttað, um hann fór at stovna nýggjan flokk.
Nýggi flokkurin verður á miðjuni
8. januar í ár stovnaði hann politiska netverkið Det Politiske Mødested, sum fleiri enn 15.000 danir eru í. Nýggi flokkurin skal vera á miðjuni í donskum politikki.
– Vit meina tað alvorligt. Tað kemur ein nýggjur flokkur, ið hevur sum mál at vera ein skilagóð, pragmatisk og ódogmatisk rødd í politiska kjakinum, skrivar Lars Løkke Rasmussen.
Enn er ikki greitt, hvussu flokkurin fer at eita ella hvør verður í flokkinum.