- Tíðindi, mentan og ítróttur
Greenland Minerals vil í samráð við IA

Greenland Minerals vil í samráð við Mute B. Egede, formann í grønlendska flokkinum, IA, um Kvanefjalls-verkætlanina. Tað skrivar grønlendski miðilin, Sermitsiaq.
Greenland Minerals er ein australsk-kinesisk fyritøka, ið stendur fyri ætlaðu minuni við Kvanefjallið, sum er í Suðurgrønlandi.
Í einum boðum til partabrævamarknaðin skrivar Greenland Minerals, at felagið hevur rikið Kvanefjalls-verkætlanina skynsamt undir fleiri samgongum síðani 2007.
Felagið fegnast um at halda fram við hesum undir nýggju samgonguni í Grønlandi, tá hon er skipað.
Eftir landstingsvalið týsdagin fall virðið á partabrøvunum hjá Greenland Minerals 44 prosent eftir einum samdøgri.
Verkætlanin við Kvanefjallið er í vanda fyri at fara fyri bakka, tí flokkurin IA gjørdist nógv tann størsti flokkurin á valinum týsdagin.
Í IA eru tey ímóti ætlaðu minuni í Kvanefjallinum, tí at tey millum annað óttast umhvørvisárinini.