- Tíðindi, mentan og ítróttur
100 milliónir fólk koppsett í India

Einki annað land í heiminum hevur borið so skjótt at, at koppseta 100 milliónir fólk, siga heilsumyndugleikarnir í India sambært BBC News.
Tað tók India 85 dagar at koppseta 100 milliónir fólk, ímeðan tað tók USA 89 dagar og Kina 102 dagar, sigur indiska stjórnin.
Fáa ikki nóg mikið av koppingarevni
Samstundis sum 100 milliónir fólk eru koppsett í India, stríðist landið við aðru koronubylgjuna.
Seinasta samdøgrið eru meira enn 150.000 nýggir smittutilburðir staðfestir og meira enn 800 fólk í landinum eru deyð við smittuni.
Sambært frágreiðingum, so stendur í løtuni á hjá landinum at fáa nóg mikið av koppingarevni, hóast stjórnin sigur seg hava nóg mikið.
250 milliónir koppsett í juli
Málið hjá India er at hava kopsett 250 milliónir fólk í juli, men serfrøðingar siga, at so má enn meira ferð setast á koppsetingina hjá landinum.
Øll, sum eru eldri enn 45, og sum arbeiða í heilsugeiranum, kunnu nú koppsetast. Higartil eru tað fyri tað mesta fólk, sum eru eldri enn 60 ár, ið eru koppsett.
Síðani koronufarsóttin tók seg upp, eru meira enn 12 milliónir tilburðir staðfestir í India og meira enn 167.000 fólk í landinum eru deyð við koronusmittuni.
Tað er bara í USA og Brasil, at fleiri fólk eru smittað enn í India.