- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hann bleiv 99 ár: Philip prinsur deyður

– Tað er við tungum hjarta, at Drotningin kunnger, at elskaði maður hennara, Phlip prinsur, hertugi av Edinburgh, er deyður, stendur í fráboðanini frá Buckingham Palace.
Philip prinsur giftist Elizabeth drotning tann 20. november í 1947. Tey bæði hava verið gift í meira enn 70 ár, og tey eiga fýra børn saman.
Prinsurin fylti 99 ár í fjør summar, og hann hevur saman við Elizabeth drotning búð á Windsor-borgini meðan koronufarsóttin herjar.
Philip prinsur var fyrr í ár innlagdur á sjúkrahúsi í ein mánað til hann varð útskrivaður frá sjúkrahúsinum 16. mars, tá hann fór aftur til Windsor-borgina.
Ein almenn mynd av Philip prinsi og Elizabeth prinsessu, sum varð tikin 10. juli í 1947, stutt fyri at tey giftust. (Foto: AP)