- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri fingið koronu eftir lidna koppseting
Fleiri fingið koronu eftir lidna koppseting
Sjey fólk í Noregi hava fingið staðfest smittuna hóast tey vóru liðugt koppsett

09.04.2021 - 09:23
Sjey norðmenn hava fingið staðfest koronu tveir mánaðir eftir teir vóru liðugt koppsettir. Tað skrivar norska, TV2. Eisini fimm starvsfólk og tvey avvarðandi eru smittað.
Talan er um sjey fólk á einum røktarheimi í Jessheim í Norra, sum hava fingið koronu. Trý av teimum sjey fólkunum eru smittað við brasilska ella suðurafrikanska koronuslagnum.
Yvirlæknin í kommununi, Laurence Jary Vattøy, er bilsin av, at smittan er staðfest hjá liðugt koppsettum fólki. Í kommununi stúra tey fyri, at fleiri fólk fara at fáa staðfest koronu næstu dagarnar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV